15. apr. 2015
TEMA dagur um orku og eykaaðalfundur.
Til allar limir.
Sum áður boðað frá so skipar Verkfrøðingafelagið fyri TEMA degi um orku nú leygardagin 18.apríl.
Skrá
- 13:00 Eykaaðalfundur. Av tí at aðalfundurin ikki var viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur, har samtyktirnar frá aðalfundinum verða lagdar fram og tiknar til atkvøðugreiðslu .
- 13:30 TEMA dagurin byrjar í verkfrøðingahúsinum (Tvørgøta 3, Tórshavn)
- 13:35 Vit fara niðan í Húsahagan at hyggja at nýggju vindmyllulundini. Fólk frá SEV vísa runt.
- 14:30 Vit fara oman aftur í verkfrøðingahúsið
- 14:45: Framløga um orku. Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá SEV leggur fram.
- 15:15: Spurningar, kjak og hugni
- 15:45 Liðugt
Børn og onnur avvarandi eru vælkomin við.
Hevur tú hug at lesa uppá, liggur nógv gott tilfar á heimasíðuni hjá SEV (www.sev.fo)
Av tí at vit fara at bestilla okkurt til matna, verða fólk biðin um at boða frá luttøku. Vinarliga boða frá innan hósdagin kl 16. Hetta kann gerast við at svara hesum t-posti. Eisini kann tú ringja ella SMS´a til Arna Petersen á 223360
Við verkfrøðingakvøðu
Stýrið