23. okt. 2015
Tema dagur ljóð (og óljóð).
Til allar verkfrøðingar.
Skipa verður fyri TEMA degi um ljóð (og óljóð) leygardagin 31. oktober. Hesuferð gongur leiðin til Gøtu har vit hoyra og hyggja at føroya stórsta ljóðføri umframt at fáa ein spennandi fyrilestur um ljóð og óljóð, serliga í rúmum og bygningum. Vinarliga boða frá luttøku við at skriva til ella ringja til Arna Petersen (arnipetersen@gmail.com) á 223360 innan mikudagin 28. oktober.
Skrá:
- 13.00 Fráferð við bussi frá FVF húsinum
- 14.15 Koma til Gøtu kirkju - Spælt verður uppá orglið
- 14.30 Fyrilestur um ljóð (og óljóð) Jóhannes Steingrund frá Steingrund Akustik (www.steingrund.com). Vit hyggja nærri at orglinum í Gøtu kirkju
- 16.00 Ábit í Syðrugøtu. Um veðrið er gott ganga vit yvir.
- 17.00 Bussur fer úr Syðrugøtu
- 18.00 Aftur í FVF húsinum