01. mar. 2016
Ársaðalfundur 19. mars 2016.
Ársaðalfundur verður tann 19. mars 2016 kl 14.00 í hølum felagsins.
Skrá:
- Val av orðstýrara.
- Val av skrivara, sum førir bók yvir aðalfundin.
- Frágreiðing frá stýrinum.
- Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
- Viðgerð av uppskotum frá stýri ella limum.
- Viðtøka av fíggjarætlan og áseting av limagjaldi.
- Val av stýrislimum og tiltakslimum.
- Val av grannskoðarum.
- Ymiskt.
Viðv. 5:
Stýrið hevur gjørt uppskot til broytingar í lógum felagsins.
Leinkja til Uppskot um lóg FVF 2016 finnst niðast á siðuni um Lógir. Broytingar í lógartekstinum eru merktar við gulum.
Borðreitt verður sum vanligt við smyrjibreyði og onkrum leskiligum afturvið!
Møtið fjølment!