Føroya Verkfrøðingafelag luttekur á Nording 2022.
Í august 2021 vóru formaðurin og stjórin í Danska Verkfrøðingafelagnum IDA á vitjan hjá FVF har tosa var um ymiskt samstarv. Sum uppfylging hevur FVF fingið innbjóðing at luttaka á Nording fundinum 2022, sum verður í Keypmannahavn 18. og 19. august.
Nording er ein árligur fundur millum norðurlendsku verkfrøðingafeløgini har londini greiða frá hvat í rørist í teirra londum á verkfrøðingaøkinum. Eisini er eitt árligt felags evni. Evni í 2022 er "Framtíðar arbeiðsmarknaðurin"
FVF hevur fingið boðið at greiða frá um Føroyar, Føroya Verkfrøðingafelag og tí vit arbeiða við.
Tey luttakandi á Nording eru forfólk og administrativir leiðarar í ymsu feløgunum. Tilssamans 16 fólk luttaka á Nording 2022 og eru tey frá feløgunum:
- Ditt ingenjörs förbund (DIFF) - Finland
- Føroya Verkfrøðingafelag (FVF) - Føroyar
- Norges Ingeniør- og Teknologorganisasjon (NITO) - Noreg
- Sveriges Ingenjörer - Svøríki
- Tæknifræðingafelag Íslands (TFI) - Ísland
- Verkfræðingafelag Íslands (VFÌ) - Ísland
- Tekniska Föreningen i Finland (TFiF) - Finland
- Ingeniørforeningen Danmark (IDA) - Danmark
- Association of Nordic Engineers (ANE) - Norðurlendskur verkfrøðingafelagsskapur
Tey sum luttaka vegna FVF á hesum fyrsta fundinum verða Arni Petersen, forfólk, Gunn H. Møller, skrivari og umboð í AKF og Ingibjørg Berg, samskipari.
FVF sær hetta sum eitt gott høvið at fáa tættari samband við verkfrøðingafeløgini í hinum norðanlondunum, at hoyra hvat tey arbeiða við og fáa inspiratión til dagliga arbeiði í FVF.